Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Í gjár klokkan 10 boðaði Útvarpið frá at Pf NMT í Kollafirði var farið í sjálvbodna likvidasjón og at felagið hevði 8,8 milliónir í halli.

Í morgun rættaði so Útvarpið tíðindini.

Ein av stovnarunum av felagnum í 2011 var Pf Næraberg við Hanus Hansen, boðaði Útvarpið frá.

Í morgun klokkan 9 rættaði so Útvarpið tíðindini, at talan var bara um eitt hall á 8.800 krónur.

Endamálið við felagnum var at selja fisk og fiskaúrdráttir, men tað gjørdist ongantíð til nakað virksemi í felagnum, og var tað tí bara grannskoðaraskuld sum lá eftir í felagnum á 8.800 krónur, nú tað var avtikið.

Hoyr tíðindini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo