Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Nú leygardagin 21. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 17 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin til fólk í Føroyum.

Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina, siga tey í tíðindaskrivi.

Stóri stuðulsdagurin nú leygardagin 21. januar byrjar kl. 14.00, har sent verður beinleiðis úr Norðurstreymoy, Eysturoynni og útvarpstovuni í Havn.

Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og – upplivingum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo