Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Í gjár var kvinnudagur, og í tí samband varð skipað fyri femigongu frá Mettustovu í gomlu Havnini til Perluna í Tórsgøtu. 

Á leið 100 kvinnur luttóku í gonguni, og sýntist hýrurin at vera avbera góður ímillum tær, sum gingu. 

Í Perluni var mangt og hvat á skránni, og sum kvøldið leið, komu fleiri og fleiri kvinnur - og eisini nakrir menn - oman at lýða á og njóta samveruna.

Annika Beinta Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, hugleiddi um verkfalsstríð og um týdningin av arbeiðnum, sum ljósmøður gera, meðan Elin Reinert Planck hevði eitt upplegg um sálarligan harðskap ímóti kvinnum í parløgum.

Ingilín D. Strøm tosaði um økofeminismu, og so vóru eisini nakrar framførslur á skránni. Maria Mercedes Lindenskov (ella Marbles Lost, sum hon kallar seg) framførdi nøkur løg, meðan Elisa Vang hevði eina sokallaða "stand up"- framførslu, ið veruliga fekk láturin at runga í Perluni.

Sí fleiri myndir frá degnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo