Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Anna Sabers er professari í neurologi og greiddi frá serligu viðurskiftunum, ið eru galdandi fyri kvinnur, sum hava epilepsi

Í dag, 6. mai, fyllir Epilepsifelag Føroya, 30 ár, og fríggjadagin varð dagurin hátíðarhildin við ráðstevnu á Parnassinum á Hotel Hafnia seinnapartin og borðhaldi á Panorama um kvøldið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti ráðstevnuna, sum var sera væleydnað.

Tilmeldingarnar táttaðu í 100.

Tey, ið løgdu fram og hildu fyrilestrar, eru millum fremstu granskarar í epilepsi og heilasjúkum annars í Danmark og tískil von við, at lurtað verður eftir teimum. Men tey trý, barnalæknin Peter Born, neurologurin Anna Sabers og neurologurin Bjarki á Rógvi-Hansen vóru kortini ovfarin av, at ein ráðstevna um epilepsi kundi savna so nógv fólk í Føroyum.

Peter Born, sum er barnalækni, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum og konsulentur á Landssjúkrahúsinum, greiddi frá, hvat sermerkir epilepsiviðgerð av børnum. Anna Sabers, sum er professari í neurologi á Epilepsiklinikkini á Ríkissjúkrahúsinum, greiddi frá, hvat sermerkir epilepsiviðgerð av kvinnum. Bjarki á Rógvi-Hansen er – sum eftirnavnið eisini ber boð um – av føroyskari ætt. Hann er neurologiskur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og donskum sjúkrahúsum og greiddi frá, hvat sermerkir epilepsiviðgerð av monnum.

Spurningarnir trutu ikki eftir fyrilestrarnar, og áhoyrararnir tóku av fullum huga lut í orðaskiftinum.

Randfríð Sørensen., forkvinna í Epilepsifelag Føroya, hugleiddi um tey 30 árini frá stovnan til dagin í dag. Hon greiddi frá, at Epilepsifelagið saman við øðrum, hevði verið við til at fáa ein neurologskipan í verk á Landssjúkrahúsinum. Randfríð var stak væl nøgd við ráðstevnuna og dagin sum heild. Vegna felagið vil hon fegin takka teimum, sum fíggjarliga hava stuðlað tiltakinum og gjørt tað møguligt at halda ráðstevnuna.

Hesi eru: Megd, Ítróttavedding, Tóshavnar Kommuna, P/F Januar, P/F Varðin, P/F LM, Sp/f Grannskoðan, Sp/f EM Asfalt og P/F Maria Poulsen.

Bjarki á Rógvi-Hansen, neurologiskur yvirlækni á millum annað Landssjúkrahúsinum, greiddi frá tí, sum serliga eyðkennir epilepsi og epilepsi-viðgerð hjá monnum

Barnalæknin Peter Born greiddi frá, hvat sermerkir børn, ið hava epilepsi, og viðgerðina av teimum

Borðini á Parnassinum vóru fullsett

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setti ráðstevnuna og kundi eisini geva sítt persónliga íkast í ráðstevnuna, við tað hon hevur havt epilepsi tætt at sær í familjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo