Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Í dag, týsdagin 11. desember kl.17, verður almenn móttøka í samband við at nýggja vælveruøkið í Klaksvíkar svimjihøll letur upp. Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu og møguleiki verður at síggja nýgjørdu og snotuligu umstøðurnar í nýggja vælveruøkinum í svimjihøllini, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar:

- Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.
- Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur
- Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.
- Á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo