Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Sum ein liður í framhaldandi at gera betringar á Vága floghavn, so er bilútleiganin nú flutt í gomlu farstøðina og eisini er víðkað um kunningardiskin, við m.a. størri vøruútvali.

Kunningardkiskurin er vorðin væl størri og eru tey byrjaði at selja føroyskar designara vørur. Fyribils er tað nú møguligt at keypa vørur frá m.a. Joel Cole, Fosaa og Guðrun&Guðrun. Føroya Tele, sum seinastu árini hevur havt handil í kunningardiskinum hevur nú fingið egnan kliva, og harvið fáa tey samstundis betra um møguleikan at ímynda handilin sjálvi við m.a. størri vøruúrvali og tænastum.

- Vit fegnast um, at tey í kunningardiskinum nú eru farin at selja føroyskar desingara vørur. Hetta ger tað meira áhugavert at vitja í farstøðini, bæði fyri útlendingar og føroyingar. Sostatt eru ferðandi og "ikki" ferðandi vælkomin í kunningardiskin at keypa um tey ynskja tað.

- Sum ein avleiðing av vaksandi økingini í ferðafólkatalinum, er bilaútleiguvirksemi sera nógv vaksið, og tað er m.a. ein av orsøkunum til, at bilaleiguvirksemið flytur úr nýggju farstøðini yvir í tí gomlu.

- Til tíðir hava langar køir uppstaðið, og harvið elvt til, at tað er bleiv nakað trongligt við gólvplássi í farstøðini. At bilaútleiganin er flutt gevur sostatt bæði starvsfólkunum í bilatútleiganini betri arbeiðsumstøður til at veita viðskiftafólkunum eina góða tænastu, og harvið fáa viðskiftafólkini betri pláss, og føla seg ikki at standa í vegin inni í eini trongari farstøð, sigur stjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo