Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vágatíðindi

Vága Floghavn, boðar í dag frá, at Gudny Langgaard, sum hevur verið stjóri síðan 1. mai 2018, hevur valt at siga seg úr starvi, vegna nýggjar avbjóðingar.

Vága Floghavn fer beinavegin at lýsa eftir nýggjum stjóra.

Oddbjørg Højgaard, næstforkvinna í nevndini hjá Vága Floghavn, tekur við sum fyribils stjóri, til nýggjur stjóri er settur.

- Nevndin í Vága Floghavn ynskir at takka Gudny fyri samstarvið, og ynskir henni alt tað besta framyvir, verður sagt í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo