Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

WWF "World Wildlife Fund" hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum “Earth Hour 2017".

Earth Hour er eitt afturvendandi átak, sum verður hildið á hvørjum ári, har milliónir av fólkum, virkjum, kommunum og býum kring allan knøttin sløkkja ljósið í ein tíma, fyri at seta veðurlagið í brennidepilin.

Kommunan kann vera partur av átakinum við at sløkkja m.a. gøtuljósini leygardagin tann 25. mars 2017 millum kl. 2030 og 2130 og at eggja øðrum at gera somuleiðis.

Mentunar- og Trivnaðarnevndin samtykti á fundi tann 09. mars 2017 at taka áheitanina til eftirtektar og vera við í átakinum.

Kommunan fer tí at sløkkja tey gøtuljósini, sum ráðiligt er at sløkkja, leygardagin tann 25. mars 2017 millum kl. 2030 og 2130.

Býráðið heitir eisini á borgarar sínar um at vísa virðing fyri klótuni og okkara eftirkomarum við eisini at vera við í átakinum og at sløkkja tey ljós, sum ráðiligt er at sløkkja, leygardagin tann 25. mars 2017 millum kl. 2030 og 2130.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo