Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Nú Vágakórið byrjar aftur, verður tað Sámal Matras Kristiansen, sum fer at leiða kórið.

Sungið verður hvørt mánakvøld í gomlu skúlaauluni á Giljanesi; fyrstu ferð nú mánakvøldið 11. januar kl. 19.30-

Sámal loysir Gudmund Mortensen av, nú hann valdi at leggja kórleiðarastarvið niður eina tíð vegna ov stóra arbeiðsbyrði. Gudmund hevur verið kórinum hollur og kennir seg enn sum part av kórinum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur er føddur 17. desember 1977 í Fuglafirði. Hann starvast sum lærari í studentaskúlanum í Hoydølum. Hann er eisini urguleikari í Hvalvíkar kirkju og royndur og dúgligur kórsangari.

Vágakórið fer nú undir at venja nýggja spennandi sangskrá  saman við nýggja kórleiðaranum.

- Nevndin vónar, at kórið fær góða undirtøku, og at nógvir nýggir sangarar koma at syngja við okkum. Góðu umstøðurnar at hava kór í Vágum eiga at síggjast og hoyrast aftur, tí í okkara vøkru oyggj finnast nógv fólk við góðari rødd, sum við hollari leiðbeining kunnu gerast grundarlagið undir einum væla kóri.

- Verið tí hjartaliga vælkomin at syngja við Vágakórinum mánakvøldið 11. januar kl. 19.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi, sigur nevndin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo