Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Á ársins seinasta degi, er tað vorðið ein afturvendandi partur at hittast til Kirkjurenning í Vági. Byrjað verður við Vágs Kirkju, og síðani fara sær ein túr til Porkeris Kirkju og aftur til Vágs.

Hetta tiltakið byrjaði í 2010, og Finn Johannessen, sum byrjaði tiltakið tá, letur sera væl at undirtøkuni: Ja, tað leggjast bara fleiri og fleiri afturat hvørt ár, so tað gleðast vit um.

Vágur sum er kend sum nýggjársbygd, hevur nógv tiltøk á ársins seinasta degi, og í ár er einki undantak, og leggja tey til brots longu kl 10.00 tá ið Kirkjurennigin er á skránni.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo