Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Um vit siga, at vit eru 15.000 frelst fólk í Føroyum við atkvøðurætti, og vit fingu broytt hugburðin so at frelst bara velja frelst, so høvdu vit 12 til 15 kongar innan politikkin, við 1000-1200 stemmum í part, ella 7 við 2000 stemmum í part.

So stýrdi Guð Føroyum í og við okkum, og ting sum fosturtøka høvdu verið ljót fortíð, og reyvararnir høvdu kropið sær innaftur í skápið, og Poul Mikkelsen og Hoydal høvdu staðið og rist, stamað, og gapað, støðugt í andstøðu.

Nú mugu frrrelst læra seg bara at velja frrrelst, so eiga vit 10—12 kongar á tingi, við 1000—1200 stemum í part, og vit stjórna Føroyum tað sum eftir er.

Einkið besvér.

— Privatiserið DingDongVarpið, DDV

— Bannið fosturdráp, —fest í nýggja loysingargrundlóg!

— Rekið reyvararnar inn aftur í skápið og læsið

— Bannið pervertum at stíga sín fót inn á barnagarðar og barnaskúlar

— Broytið Maka 1 aftur til mann, 2 til vív; í tí er lív.

... so bjarga vit Føroyum undan Guðs eldsliga sodomu-dómi, sum fer at koma yvir alla hasa Guðleysu ES-Evropu.

Christnu rørslurnar í Føroyum, brøðurnir, heimamissión, pinsarnir, eiga at stovna politiskar flokkar, stilla upp einar 6-7 mans í part, og so velja øll okkara menn; kemur ikki annað uppá tal!

Guðloysingarnir siga, at vit mugu ikki blanda trúgv og politikk saman, men blanda teir ikki sítt Guðloysi uppí politikk? Jú. Well, so vit gera tað sama. Í stóran stíl!

— I have a dream!

Um tú ikki dugir at síggja hetta fyri tær, so kanst tú venda aftur til Egyptalands (ES, Guðleysu vinstra-flokkunum, og Danmark). Eg og tú hava ikki sama anda.

Eg veit so hvar eg standi!

Á HARRANS síðu, og hansara síðu aleina!

Hvar stendurt tú?

Rættvísi hevjar eina tjóð: men synd er ein skomm hjá einumhvørjum fólki. Orðt. 14:34 FKJ

Sjúrður-FKJ-Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo