Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

So siti eg aftur her.

Tað eru tvær vikur til Valentine og eg eri í akkurát somu støðu sum í fjør.

Hetta er dagurin sum vit menn ikki skilja. Hetta er dagurin sum er púra meiningsleysur.

Í fjør var hann sama sunnudag sum mammudagurin, og tað er ikki langt frá at tað sama hendur í ár.

Aftur ein forvirrandi dagur tá talan er um gávur og stórar vónir. So eg siti her og hugsi um, hvat eg skal finna uppá í ár.

Í fjør segði kona mín at ikki var neyðugt at gera nakað serligt burtur úr valentinsdegnum, og tað tók eg bókstaviliga.

Men tann feilin geri eg ikki aftur í ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo