Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Árið í fjør hjá Delta Seafood Pf endaði við einum halli uppá 930.000 krónur. Tað skal síggjast í mun til nærum 21 mió kr í vinningi í 2017, sum var eitt óvanliga gott ár, tí úrslitið av kapitalpørtum var so stórt - nærum 20 mió kr.

Delta Seafood eigur helmingin av partafeløgunum Sandoy Seafood og Holva Fish, umframt 14% av Varðanum Pelagic, og tað er eisini vánaliga gongdin í hesum feløgunum sum hevur drigið niður. Úrslitið av kapitalpørtum í fjør minus 637.000 kr.

Leiðslan sigur seg vera nøgda eftir umstøðunum, og væntar sær ein meira effektivan rakstur komandi árið.

- Tó at framleiddu nøgdirnar væntandi fara at lækka, verður roknað við væl betri úrsliti, sum skrivað stendur.

Fíggjarstøðan hjá Delta Seafood javnvigar við 126 mió kr og eginognin er 63 mió kr . Rentuberandi skuldin er góðar 34 mió kr og kostaði felagnum 2,4 mió kr í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo