Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Vinna

Tað hevur verið neyðugt við stórum avsetingum ímóti tapi hjá partafelagnum Kimbli, og tí vóru tølini á botnlinjuni blóðreyð í fjør.

Kimbil hevur sum endamál at eiga og reka fiskiskip. Men høvuðsvirksemið er at reka útlán- og íløguvirksemi, stendur í roknskapinum.

At kalla øll inntøkan er seinastu nógvu árini komin sum fíggjarligar inntøkur, altso rentur og líknandi, ella sum beinleiðis úrslit av kapitalpørtum í øðrum fyritøkum.

Og í seinasta roknskapi verður fíggjarliga støðisognin hjá Kimbli minkað niður í eina góða helvt av tí hon var, nevniliga úr 46,6 mió kr niður í góðar 24 mió kr. Ársins úrslit var hall uppá 26,4 mió kr, tí sett verður av ímóti tapi og virðið á ognunum niðurskrivað. Kapitalpartarnir vórðu av- og niðurskrivaðir við 10 mió kr og útlánini við 15 mió kr.

Eginognin minkaði við somu upphædd og er nú 41,8 mió kr.

Felagið hevur at kalla onga rentuberandi skuld.

Høvuðseigarar í Kimbli eru partafelagið Bacalao og smápartafelagið Coldstream. Kimbil og Bacalao eiga størstapartin av Egilsgarði, sum var verkætlan hjá Poul Hansen, sála, sum snúði seg um at gera ein víkingagarð í Kvívíkshaganum. Í partafelagnum Egilsgarður eru av- og niðurskrivingar gjørdar fyri 8,6 mió kr í seinasta ársroknskapi. Eginognin hjá tí felagnum er í roknskapinum negativ við 2 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo