Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Politikkur

Komandi løgtingsval er eitt sera týðandi  og avgerandi val fyri framtìð Føroya.

Vandakósin má broytast,  og tì er alneyðugt at sitandi sosialistiska samgonga verður uppsøgd av føroya fólki.

Fólkaflokkurin er ein demokratiskur og frælslyntur flokkur fyri alt fólkið. Hann kann samstarva við øll og ùtihýsir ongan uppá forhond.

Vit eru uml 52000 fólk á hesum klettum og øll eiga at kenna seg væl heima.

Vit eiga at kunna samstarva við øll.

Út við snævurskygni og útihýsing av annarleiðis hugsandi, soleiðis sum javnaðarløgmaður Føroya hevur staðið á odda fyri nù ì skjótt 4 ár.

Tað sum vit siga á ólavsøku og á nýggjárinum um at vera fitt og góð við hvønn annan, tað gera og siga vit eisini allar hinar dagarnar ì árinum.

Mál, sum liggja frammaliga.

Arbeiðssemi skal lønast - ikki revsast.

Tað skal løna seg betri at arbeiða hjá øllum, bæði høgum og lágum, ungum og eldri,  lærdum og ólærdum. Tað skal løna seg at taka eina útbúgving.

Tað byggir land.

Føroyska fiskivinnan er grundsúlan undir okkara vælferðarsamfelag,  og hon skal í fremstu røð aftur, eftir at vera blivin afturúrsigld undir sitandi sosialistisku  samgongu.

Lokomotivið í føroyska samfelagnum skal aftur til heiður og æru á heimshøvunum og skal aftur fáa møguleikan at  gera seg galdandi ì alheims høpi.

Vælferðarsamfelagið skal mennast og betrast allatíðina.

Arbeiðsplássini kring landið á sjógvi og landi eru bulurin, grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum. Peningurin má koma inn, áðrenn hann verður brùktur.

Samfelagskøkan skal gerast størri og fjølbroyttari.

Størri dentur skal leggjast á fyribyrgjandi heilsuarbeiði, soleiðis at føroyingar hava bestu fólkaheilsu í heiminum.

Hetta gevur betri lívsgóðsku og kann við tíðini spara heilsuverkinum og almannaverkinum nógvar milliónir. Byrjast kann longu í barnagørðunum.  

Vit skulu hava eitt gott og sterkt heilsuverk við virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Heilsustarvsfólk skal førleikamennast eftir tørvi, so vit altìð kunnu kappast við grannalond okkara á teim økjum, har vit bjóða okkum fram. 

Peningur skal fylgja við til meirvirksemi á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Ikki sum tað hevur verið í síðstuni, har sjùkrahùsið fær álagt nýggjar uppgávur, men peningur hevur ikki  fylgt við.  

Sjúk, sálarveik og óhjálpin skulu raðfestast høgt og skulu altìð fáa tað hjálp, sum teimum tørvar.

Íverksetarar og sjálvstøðug vinnurekandi skulu hava betri kor. Tey eru góð fyri samfelagið og spírar til størri virksemi.

Tað er ikki meir enn rímiligt, at samfelagið gevur teimum góðar karmar. Tað kann skapa fleiri nýggj arbeiðspláss, størri vøkstur, og eitt betri vælferðarsamfelag.

Vit skulu aftur til góðu gomlu føroysku kristnu grundvirðini, sum hava bygt okkara land ì øldir.

Grundvirðir, sum sitandi sosialistiska samgonga í nógvum førum hevur skúgvað til síðis. Minnist til broytingarnar í hjúnarbandslógini.

Eisini hava ynskir verið frammi frá vinstraveinginum, at ein skal kunna skifta kyn, um ein følir trongd til tað. Tað verður allarhelst eitt tað fyrsta mál á skránni um vinstra samgongan fær meiriluta aftur.

Vit skulu hava sum mál, at føroysk mentan stùtt og støðugt kann blìva til nakað sum kann skapa vøkstur, virksemi og arbeiðspláss ì Føroyum á jøvnum føti við aðrar vinnur.

Føroysk myndlist, tónlist, sjónleikur,bókmentir og onnur list skal kveikjast og stimbrast sum onnur ìverksetan, so hetta ì framtìðini kann gera okkara vinnulìv meir fjøltáttað og kann gerast ein inntøkukelda til samfelagið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo