Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Talan er um ein normann sum hevur latið lív av eini vanlukku sum hendi umborð á pallinum Maersk Interceptor um middagsleitið í gjár.

- Eitt annað fólk hevur fingið skaða av hendingini, sigur Aker BP sum er fyristøðufelag í boringini, sum Faroe Petroleum eigur 45 prosent av.

Tann deyði, sum var í starvi hjá Mærsk Drilling, datt á sjógv ímeðan hann saman við øðrum gjørdi ymiskt viðlíkahald á pallinum, sigur Faroe Petroleum í fráboðan á síni heimasíðu.

Tað er ikki greitt enn, hvussu vanlukkan hendi, og fyribils er øll framleiðsla steðgað ímeðan fleiri kanningar verða gjørdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo