Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Útlendis ítróttur

Arsenal-duoin Mesut Özil og Sead Kolasinac sluppu óskaddir frá hendingini í Norður-London, tá teir vóru álopnir av fleiri monnum vápnaðir við knívum.

Sambært Sky Sports so hevur Arsenal váttað óhugnaligu hendingina, og undirstrikar at báðir leikararnir sluppu óskaddir frá hendingini.

Özil koyrdi bilin, og hevði Kolasinac við sær, tá ið teir vóru álopnir. Á sosialu miðlunum ferðast videoin runt, sum sæst niðanfyri, har Kolasinac tekur sær av einum manni sum rennur runt við knívi í hondini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo