Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Betri Banki: Teldusníkar gevast ongantíð við at royna nýggjar snildir fyri at lumpa pengar úr fólki.

Ein skal altíð vera á varðhaldi fyri sokallaðum phishing teldupostum, har sníkarnir geva seg út fyri at vera onkur, tú kennir, fyri at fáa kontunummar ella aðrar persónligar upplýsingar frá tær.

Í løtuni er tað serliga phishing teldupostar, sum síggja út til at vera frá PBS ella SKAT í Danmark. Tað er sera umráðandi ikki at lata nøkrum kortupplýsingar ella kontuupplýsingar í telduposti ella sms-boðum.

Minst til, at hvørki Skat, PBS ella bankar fara nakrantíð at biðja teg um slíka upplýsingar í telduposti. Heldur ikki skalt tú trýsta á leinkjur í slíkum teldupostum. 

Sletta teldupostin ella sms-boðini beinanvegin og eitt gott hugskot er eisini at kanna um antivirus skipanin á telduni er dagførd.

Um illa vil til, og tú longu hevur latið onkrum kortupplýsingar, er best at sperra kortið beinanvegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo