List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Tað var seinnapartin í gjár at fólk í einum húsi í Vágum ringdu til politiið, tí tveir mans, sum ikki vóru vælkomnir, høvdu brotið seg inn í húsini.

Politiið var heilt skjótt á staðnum, tí ein varðferð var ikki langt frá har sum tilburðurin fór fram.

Politiið staðfesti, at menninir vóru rúsaðir, høvdu knív uppi á sær, og at onkur av teimum, sum inni vóru, høvdu fingið onkran snudd, tó neyvan av knívi, verður sagt av politigarðinum.

Menninir vóru tí tiknir við og settir fastir í nátt. Í dag eru teir avhoyrdir og eftir tað varð annar teirra latin leysur ímeðan hin er varðhaldsfongslaður í 14 dagar ímeðan politiið ger nærri kanningar í málinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo