Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

- Leiðsla felagsins metir, at minkandi rávørutilgongd og økti framleiðslukapasiteturin á landi fara at viðføra eitt munandi lakari úrslit komandi ár. Harafturat kemur óvissan um vinnuligu karmarnar orsakað av samtyktu fiskivinnunýskipanini.

Tað stendur í leiðslufrágreiðingini í ársroknskapinum 2018 hjá Varðanum Pelagic.

Roknskapurin vísir eitt hall uppá 1,9 mió kr. Tað skal setast upp ímóti einum vinningi árið fyri uppá 135 mió kr.

Nettosølan minkaði úr 417 mió kr í 2017 niður í 202 mió kr í fjør. Samstundis vuksu kostnaðir til rávørur og hjálpitilfar ógvusliga, úr 156 mió kr í 2017 til 291 mió kr í fjør. Eisini starvsfólkakostnaðirnir vuksu nógv, úr 30 mió kr til 36 mió kr.

Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok í fjør við 969 mió kr og eginognin var 370 mió kr.

Leiðslan ger vart við óstøðugu karmarnar, virki sum hetta hava, eisini frá náttúrunnar hond:

- Uppsjóvarvinnan er frá náttúrunnar hond ein óstøðug vinna, ið kann sveiggja nógv í rávørutilfeingi og úrstøku. Ósemjur millum strandalondini um kvotabýtið ávirka støðuna og marknaðirnar.

Varðin Pelagic oyðilegðist at eldi í 2017 og fór ikki undir framleiðslu aftur fyrr enn síðst í august í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo