At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

Partafelagið Varðin í Gøtu hevði 125 milliónir krónur í yvirskoti eftir skatt í fjør. Tað ljóðar av nógvum, men er hóast alt ein afturgongd uppá 57 mió kr í mun til árið fyri.

Varðin er móðirfelag hjá eini langari røð av fyritøkum sum Varðin eigur antin heilt ella lutvíst - sí diagram niðanfyri.

Onki verður sagt beinleiðis í frágreiðingini um, hví úrslitið er verri enn árið fyri, men kortini verður sagt soleiðis um gongdina hjá feløgunum í samtakinum:

- Tað er í stóran mun heimsmarknaðurin sum avgerð prísirnar (á fiskinum, red), men kvalitetur og marknaðarførðing hava eisini sína ávirkan. Væntað verður, at Varðin Pelagic, sum lat upp aftur um mánaðarskiftið august/september 2018 kemur at hava eina jaliga ávirkan á prísirnar í 2019.

Varðin er í allar mátar væl fyri, við eini eginogn á ørandi 1.339.156.000 krónur tá árið byrjaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo