Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Framsýningar

Forhøllin í Kringvarpi Føroya verður komandi vikurnar karmur um eina framsýning við málningum, sum Eyðun av Reyni hevur málað.  

Fríggjadagin letur listamaðurin upp framsýning við 16 várligum málningum. Teir flestu hevur Eyðun málað í árog í fjør.   

Flestu málningarnir hava eitt frískligt og várligt dæmi. Við grovum strokum og sterkum litum málar hann málningar, har landsløg og bygdaløg hómast í einum spennandi litspæli. 

Eyðun av Reyni hevur seinastu árini roynt nýggja leið í málningum sínum, og henda framsýningin vísir ein leitandi listarmann. 

Framsýningin letur alment upp fríggjadagin 22. februar kl. 16. Nýútbúni listfrøðingurin Dagmar M. Winther fer at siga frá listini hjá Eyðuni av Reyni og Lea Kampmann fer at framføra egin løg. 

Hetta er fyrsta málningaframsýningin í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl. 09 til kl. 18. Leygardagar er opið frá kl. 10 til 14.  

Framsýningin er opin til 31. mars. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo