Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Undirvísingarstýrið: Fríggjadagin kl. 10 verður fyrsti dagur, at opið verður á nýggju Vegleiðingarstovuni, ið er royndarverkætlan, sum Undirvísingarstýrið stendur fyri. 

Opið verður til kl. 14.00, og fólk eru vælkomin inn á gólvið á Hoydalsvegi 1, har Studni áður helt til, at síggja staðið og hoyra um tænastuna og framtíðar virksemi hjá Vegleiðingarstovuni.
 
Tað eru útbúgvingarvegleiðarin, Bára A. Haraldsen og lestrar- og yrkisvegleiðarin, Deirdre Hansen, sum manna toymið á Vegleiðingarstovuni hesa fyrstu tíðina. Undirvísingarstýrið søkir í løtuni eftir verkætlanarleiðara at standa á odda fyri Vegleiðingarstovuni frá 1. september.
 
Útbúgvingar- og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til, at borgarar kunnu fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar- og vinnumøguleikar.

Tílík karrieruvegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum, og brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum runt í landinum.

Tí verður nú farið í holt við eina royndarverkætlan at savna verandi vegleiðingartænastur í eina skipan, sum kann tryggja samvirkan og samstarv, og sum eisini fær eitt fysiskt stað. Harafturat verður økið styrkt við einum verkætlanarleiðara at byggja samanhangandi og landsumfevnandi skipanina upp, umframt at tøkniligar loysnir innan karrieruvegleiðing, so sum fjarvegleiðing gjøgnum netfundir og kjatt, góður tíðarhóskandi kunningarpallur o.a. verða mentar.

Á Hoydalsvegi 1 í Havn verður ein hurð, sum letur upp til samband við røttu vegleiðararnar. Húsið verður opið regluliga og víðkað eftir tørvi, eitt nú tá umsóknarfreistir eru ella onnur samfelagsviðurskifti gera tað neyðugt. Vegleiðarar, sum virka út frá hesi adressu, tryggja samstundis gott samband við vegleiðarar og vitan á ymisku útbúgvingingarstigunum og út til arbeiðsmarknaðin, veri tað seg innan skúlagongd, hægri útbúgving, lestur  uttanlands, um karrieruskifti, um ymiskar vinnumøguleikar, um hvussu førleikameting gerst møgulig
 
Kunning um telefon, teldupost, nær Vegleiðingarstovan er opin o.a. er at finna á: studna.fo og á: undirvising.fo. Í fyrstu atløgu er opið týsdag og hósdag frá 12.00 til 16.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo