At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Føroya Fiskimannafelag hevur áhaldandi ávarað ímóti uppboðssølu av fiskirættindum og at strika skipanina við veiðiloyvum.

Uppboðssøla av fiskirættindum
Vit hava víst á, at bert 3% av øllum fiskirættindum kring heimin verða útlutaði við uppboðssølu, og at farið er frá uppboðssøluháttinum sumstaðni, har hann hevur verið royndur. Hóast hetta, so verður hildið fast við, at ein munandi partur av føroysku fiskirættindunum skulu útlutast á hendan ekstrema hátt.

Vit skilja, at eitt av endamálunum við uppboðssølu er at fáa nýggjar aktørar inn í vinnuna. Royndirnar í Føroyum hava higartil víst, at hetta ikki hevur eydnast. Àsetanin við menningarkvotum man bera boð um, at landsstýrið sær, at tað er neyðugt við øðrum hættum, skulu nýggir aktørar sleppa inn í vinnuna.

Royndirnar við uppboðssølu av fiskirættindum hava eisini víst, at tey verða keypt so dýrt, at reiðarar – sum eiga ella eiga í framleiðsluvirkjum á landi - kenna seg noyddar at fíggja hetta keypið við at skipa soleiðis fyri, at avreiðingarprísurin hjá skipunum verður lækkaður soleiðis, at nakað kann vinnast inn aftur tann vegin.

Um hetta ikki beinleiðis er at lóggeva eina vertikala integrering ígjøgnum, so  verða reiðarar tvingaðir til eina vertikala integrering, fyri at vinna innaftur í framleiðsluliðinum á landi tað, sum er goldið ov nógv fyri fiskirættindini.

Hetta hevur so aftur við sær, at manningin ikki verður avroknað út frá rætta avreiðingarprísinum. Heldur ikki kemur roknskapurin hjá skipinum at geva eina rættvísandi mynd, og tí verður truplari at meta um, hvat tilfeingisgjaldið eigur at verða.

Strikan av veiðiloyvum
Í enn eini roynd at fáa nýggjar aktørar inn, hevur landsstýrið strikað ásetanina við veiðiloyvum í fyriliggjandi lógaruppskoti um fyrisiting av sjófeingi.

Verður møguleikin at kunna fáa ella útvega sær fiskirættindi ikki treytaður av at hava skip, sum hevur veiðiloyvi, verður vegurin greiddur hjá útlendingum at brúka føroyskar strámenn til at koma sær fram at føroyskum fiskirættindum. Tá kann einhvør strámaður bjóða seg fram við hjálp frá kapital- og marknaðarsterkum útlendskum aktørum.

Hinvegin - verða tað bert føroysk skip við veiðirættindum, sum kunnu fáa ella útvega sær fiskirættindi - so verða tað føroyskir aktørar og føroyskar manningar, sum gjøgnum mong ár hava uppbygt sær vitan og førleikar, sum koma at hava fiskirættindini um hendur.

Roknast kann eisini við, at verða veiðiloyvini strikaði, so verður í stóran mun leigaði skip, sum koma at fiska keyptu kvoturnar. Hetta verða skip, sum ikki vilja hava sama høga støði sum verandi floti, hvørki tá tað snýr seg um at varðveita eina høga góðsku á fiskinum, ella tá tað snýr seg um trygd og umstøður annars hjá manningini. Hetta vil beinleiðis minka um virðisøkingina av veiðuni og vælferðina hjá manningini, umframt at roknast kann við, at tað í stóran mun verða útlendingar, sum koma at manna skipini.

Stamman av føroyskum fiskimonnum, sum heldur tí einstaka skipinum og veiðiflotanum sum heild uppi, hvørvur og við hesum ein fiskimannastætt við stoltum traditiónum og góðum inntøkumøguleikum. Harvið hvørva eisini framtíðarmøguleikarnir hjá nógvum ungum føroyingum, sum fella væl til á sjónum.

Nú tað skal vera møguligt hjá øðrum enn teimum, sum hava skip ella bát, at keypa fiskirættindi, vil ein annar av avleiðingunum vera, at tað verður møguligt reka fiskiveiðu, uttan at tað er nakar sáttmáli, sum definerar og regulerar, hvussu manningarnar skulu lønast – hvussu skal t.d. hýran roknast út, tá/um reiðarin ikki eigur kvotuna og ikki kann selja nakran fisk.

Samanumtikið
Samanumtikið kann sigast at avtøka av skipanini við veiðiloyvum og uppboðssøla ikki fara at hava við sær, at endamálini hjá landsstýrinum fara at verða rokkin, men heldur fer at  hava negativar avleiðingar fyri manning, virðisøking og fiskivinnuna sum heild, og vilja tær m.a. verða:

• Færri føroyskir aktørar og økt strámannavirksemi.

• Tvingað vertikal intergrering.

• Grundarlagið máað undan hýrusáttmálanunum og manupoleraðir avreiðingarprísir.

• Truplari at áseta tilfeingisgjaldið.

• Minni virðisøking og verri rávørugóðska.

• Trygd hjá manningini og umstøðurnar annars umborð versna.

• Útlendskar manningar.

• Føroyska fiskimannastættin bløðir burtur.

• Færri framtíðarmøguleikar hjá ungum føroyingum á sjónum.

Hvussu kann ein meiriluti á Føroya Løgtingi finna uppá at gera slíkt móti føroysku fiskimonnunum og eini fiskivinnutjóð, sum Føroyar enn eru.

Vælsignaði steðgi á.

Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo