Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Hoyrings-skrivið, sum samgongan leggur upp til, hevur millum annað tað í sær, at nú skulu veiðuloyvir falla burtur.

Havandi í huga, at Fiskimálaráðið als ikki klárar at umsita tey veiðuloyvi ið nú eru, kunnu vit bara vænta uppaftur størri órógv í fiskivinnuni.

Sum er, vera hvørki kunngerðir og lógir viðgjørdar til tíðina.

Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at Fiskimálaráðið haltar langt aftaná.

Hetta viðførir, at skip mangan ikki sleppa at fiska, tá ið tað loysir seg best fyri tey.

Tá veiðuloyvi fella burtur, so verður eitt fiskiloyvi latið í staðin, til ein og hvønn sum hevur hug at bjóða seg fram.

Har kunnu fólk uttan førleikar bjóða uppá tað, sum stórur partur av verkamannafjøldini skal liva av.

Har ímillum veiðutjóðar.

Hetta ger eisini, at verkamannafjøldin er sera stúrin um sína framtíð.

Tá so stór óvissa er í tilmælinum, sum liggur á borðinum, verður mælt til, at tað undir ongum umstøðum verður lagt fram.

Jan Højgaard
Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo