Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

- Tað vísti seg, at tað var ikki rætt at loysa veiðiloyvi  frá stálinum. Hetta hevur givið manningarfeløgnum stórar trupulleikar.

- Innan loyvini vóru tikin av skipinum, so kundu manningarfeløgini nýta sáttmálan til at tryggja okkum sáttmálaásetta hýrupart av heildarveiðuni, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard.

- Hetta ber ikki altíð til í dag, tí nú eiga rættindhavarar fiskin. Hetta hava fiskimenn kent sviðan av, tá rættindhavarin spekulerar við sølu inni á landi.

- Av royndum vita vit, at nú tá latið er viðopið fyri spekulantum, so kemur tað uppbyggjandi vinnulívið, ið skal tryggja framtíðini hjá føroyingum at følna.

- Tað ber til undir verandi lóggávu, at lata lítið og onki virði vera úti á skipinum, við at rættindahavarin keypur sjálvur fiskin fyri ein prís, ið er væl niðanfyri tað, hann kundi farið fyri.

- Soleiðis ber eisini til, at virðisøkja í 3 og 4 liðið, uttan manningarfeløgini kunnu fara eftir reiðaranum, tí tað er rættindahavari hevur fingið grønt ljós, til at virðisøkja uttanfyri Føroyar.

- Føroyingar hava, og koma við hesi skipan at missa rísastórar upphæddir, tað kunnu vit ikki góðtaka.

- Hetta snýr seg um, at skapa góð kor til føroyska samfelagið. Tað gera vit við at steðga spekulasjón, og geva góðar karmar til okkarar vinnu, sigur Jan Højgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo