Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag á almannaøkinum og ósemja um neyðug undantøk hevur elvt til, at veikastu borgararnir í samfelagnum vera harðast raktir undir verandi arbeiðsmarknaðartrætu.

Longu nú eru avleiðingarnar úti um landið sera álvarsligar.

Í sambandi við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag á økinum hjá Almannaverkinum hevur ikki verið møguligt at semjast um neyðugu undantøkini, soleiðis at lív og heilsa hjá borgarum og starvsfólki í Almannaverkinum kann vera tryggjað, meðan verkfallið stendur við.

Stríðsstigini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum hava sostatt borið í sær, at veikastu samfelagsborgararnir, sum áttu at verið vardir í eini slíkari trætu, tvørturímóti vera harðast raktir.

Álvarsligar avleiðingar
Fyri at hjálpa umleið 55 fólkum søkti Almannaverkið 4. januar um undantak til 26 vaktir á 8 tímar til tilsamans 10 ymiskar stovnar. Harumframt søkti Almannaverkið um at fáa undantak til 6 vaktir, sum kunnu traðka til alt fyri eitt, um hetta gerst neyðugt. Hesar 6 vaktirnar skulu bara brúkast, um til dømis eitt bráðfeingis barnaverndarmál gerst veruleiki.

Svarið frá Føroya Pedagogfelag kom ein tíma seinni. Undantak varð givið til eitt starvsfólk og eitt bráðfeingis undantak, sum á ongan hátt kann byrgja upp fyri álvarsligu støðuni.

Verkfallið hevur hættisligar avleiðingar fyri borgarar, sum fáa tænastur frá Almannaverkinum. Bara teir seinastu dagnarnar hava verið hesir álvarsligu tilburðir:

Ein borgari er dottin tvær ferðir og hevur bæði brotið albogan og meiðsla seg so illa, at hann er lagdur undir skurð. Orsakað av óvæntaðum krampum dettur viðkomandi, og ongin hjálp er í nánd.  Á avvarðandi stovni eru í alt 6 borgarar, sum krevja nógva umsorgan, men bert tvey starvsfólk eru tøk aftan á klokkan 16.

Ein ungur maður hevur sitið í varðhaldinum í Klaksvík, tí barnaverndarstovnurin, sum skuldi verið um hann, er stongdur.

Barndaverndarskipanin um alt landið er nærum óvirkin, tí lokalu barnaverndirnar vita, at Barnaheimið ikki fær tikið ímóti børnum í neyð ella trongstøðu.

Føroyska skipanin ótíðarhóskandi
Arbeiðsrættarliga skipanin í Føroyum, ið tekur støði í, at sáttmálapartarnir eru tveir javnbjóðis partar, sum undir sáttmálasamráðingunum hava ávís stríðsstig at taka til fyri at fáa síni krøv ígjøgnum, hevur verið galdandi í øllum Norðurlondum í meira enn hundrað ár.

Hendan skipanin, sum gevur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum frælsi til at skipa arbeiðsmarknaðin sambært avtalu partanna millum, hevur virkað væl. Ein treyt, sum altíð hevur verið galdandi undir hesi skipan, er tó, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu taka atlit til lív og heilsu í sambandi við tey stríðsstig, sum verða sett í verk. Eingin má sostatt fáa fysiskt mein ella annan heilsuskaða orsakað av arbeiðssteðgi.

Við støði í hesum gjørdu Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið eina avtalu í 2014, sum ásetir, at undantøk skulu játtast í sambandi við arbeiðssteðg, so sleppast kann undan at seta lív og heilsu í vága.

Tað hevur tó víst seg, at avtalan undir verandi skipan als ikki tryggjar hesi viðurskifti.

Í grannalondunum eru fakfeløg ógvuliga varin við at sýta fyri undantøkum, tá tey vita, at avleiðingin av hesum gerst, at lóggávuvaldið noyðist at leggja upp í málið.

Í skrivi til Føroya Pedagogfelag lítlajólaaftan skeyt Fíggjarmálaráðið upp, at settur verður ein óheftur trýmannabólkur, ið skal taka støðu til tær umbønir um undantøk, sum Almannaverkið kemur við. Felagið er tó ikki sinnað til at fáa í lag slíka skipan.

Síðani verkfallið varð hert, hevur Fíggjarmálaráðið saman við Almannaverkinum uttan íhald roynt at fingið tey undantøk, sum eru neyðug, fyri at tryggja lív og heilsu hjá borgarum og starvsfólkum undir verkfallinum.

Hóast nógvar royndir við sakligum grundgevingum frá Almannaverkinum – eitt nú stuðlað av lækna hjá borgarum – at søkja um undantøk, hevur Føroya Pedagogfelag uttan frágreiðing í fleiri førum noktað at givið umbiðin undantøk. Somuleiðis hevur felagið noktað fyri at koma á fund um undantøkini. Avleiðingin er, at støðan nú er ótolandi fyri borgararnar, sum Almannaverkið tekur sær av.

Lønardeildin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo