At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Onnur tíðindi

Fimm grundstyki eru í fyrra byggistigi av sethúsaøkjum við barnagarðin í Nólsoy, og klárt er nú at senda kommununi umsóknir um byggiloyvi. Samstundis verður arbeitt við at gera seinna byggistigið liðugt.

Fyrra byggistig umfatar fimm grundøki framvið barnagarðinum, seinna byggistigið umfatar trý grundøki aftrat, eitt omanfyri vegin og tvey eystanfyri fyrra byggistig. Í fyrra byggistiginum eru bert smáting eftir at gera, umframt at stykkini skulu matrikkulerast. Seinna byggistigið er um 70% liðugt.

Umsóknir um byggiloyvi til tey fyrstu fimm grundøkini í fyrra byggistigi kunnu nú sendast til Tórshavnar kommunu, soleiðis at umsitingin kann viðgerða umsóknirnar, samstundis sum arbeitt verður við at gera seinna byggistig liðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo