Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Føroyski breiðbandsmarknaðurin hevur fingið ein nýggjan spælara.

Ver, sum frammanundan hevur givið føroyingum møguleika fyri dygdargóðum fartelefonhaldum, er nú farið í holt við at veita breiðband til privata húsarhaldið.

- Samstundis sum vit lækka prísin sammett við verandi prísir á marknaðinum, so ynskja vit, at privatkundar skulu fáa gleði av øllum teimum fyrimununum, sum Ver hevur, sigur Hans Jákup Langgaard, kundastjóri á Føroya Tele, og peikar á, at við hesum hava kundar møguleika til at avgreiða síni fartelefon- og breiðbandsviðurskifti á sama staði, sum er á sjálvgreiðsluni á ver.fo.

Ver er vørumerki hjá Føroya Tele og vil stutt sagt veita slóðbrótandi tænastur, sum eru smidligari, betri og einfaldari. Við hesum gongur Ver aftur á odda við at bjóða bíligari vørur og tænastur, sum kunnu kollvelta føroyska fjarskiftismarknaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo