Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað var ein stór løta, tá Katrin Jóhanna fyrr í vikuni kom skúmandi inn ígjøgnum Vágafjørð og legði at bryggju í Miðvági, har stór fjøld av fólki tók ímóti. 

Løtan var kensluborin, men hesaferð var hon lívsjáttandi afturímóti sorgarløtuni, tá Vesturvón fyri 13 árum síðani fór síðsta túrin út ígjøgnum Sørvágsfjørð. Yvir nátt var flaggskip okkara selt, uttan at manning og skipari fingu nakran møguleika at bjóða uppá bátin. Felag við kapitalsterkum reiðaríi í Íslandi aftan fyri seg ognaði sær Vesturvón og fleiri smærri trolarar afturat.

Tí er tað ómetaliga kærkomið, at fiskivinnunýskipanin nú gevur møguleika fyri, at tað øvugta kann henda.

At koma umborð á Katrin Jóhannu, var sum at koma umborð á ein rættiliga nýggjan bát, so vælhildin hann var frá brúnni niður í maskinrúmið og annars um alt skipið. 

Hetta má sigast at vera eitt ódnartak, ið reiðaríið Kinnfelli við Tummasi Henriksen og Árna Dalsgaard á odda hava megnað at gjørt til veruleika. Tí mótstøðan ímóti ætlanini hevur verið ógvuslig. Ikki bara frá verandi aktørum í uppsjóvarvinnuni, sum nærum hevur gjørt alt hon megnar at leggja fót fyri, at onnur skulu sleppa at royna seg í hesi vinnu. Men tað mest harmuliga hevur verið, at andstøðan við Fólkaflokkinum á odda  hevur lagt alla sína politisku orku í at steðga hesi ætlan. Hetta hóast sjálvur formaðurin í Fólkaflokkinum er vágamaður. 

Um politiska ætlanin hjá andstøðuni hevði borið á mál, so hevði stórfingna ætlanin við Katrin Jóhonnu als ongan lut fingiðí í tí ófatilga ríkidømi, ið svimur í okkara sjóøki, og í tí tilfeingi, sum Føroyar hava ognað sær í samráðingum við onnur lond. 

Gomlu aktørarnir ráða yvir eini 80 prosentum av okkara fiskatilfeingi, men hava kortini dagliga í øllum miðlum gjørt menningarkvoturnar og uppboðssøluna til teirra argasta fígginda. Teir hava rópt um og rópa enn, at hesar báðar nýskapanirnar, ið bert umfata ein lítlan part av samlaða tilfeinginum, fara at taka alt grundarlagið undan teirra vinnutólum. 

So gott sum øll andstøðan saman við Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur verið í teirra parti. 

Ja, tann flokkurin, ið eftir veljarakanningunum at døma fer at gerast størsti flokkur aftaná løgtingsvalið ætlar at rulla alla skipanina aftur til tað, hon var, um teir fáa valdið til komandi løgtingsval. 

Eitt av essunum hjá verandi aktørum í teirra lobbyvirksemi var, at eingin møguleiki var at fáa nakra figging í Føroyum til skipakeyp longur. Tað kann afturvísast, tí reiðaríið hjá Katrin Jóhonnu hevur uttan stórvegis trupuleikar fingið fígging úr Føroyum til keypið av bátinum. 

Tað má sigast at vera áræði út yvir tað vanliga, ið eigarnir av Katrin Jóhannu hava víst, tá ið hesir við einari kvotu uppá ein brøkpart av tí, sum gomlu aktørarnir fáa, meta seg at kunna klára seg fíggjarliga. Vónandi fáa teir eitt sindur afturat, millum annað á uppboðssøluni. 

Um henda ætlan fer at eydnast, og tað vóni eg av hjarta, so fer tað at geva øðrum fiskimonnum trúnna uppá, at tað áræði, í hesir hava víst, tað kennir eingi mørk.  

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo