Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í  fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
1. Verður farið undir tunlarnar norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum?

2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at nýggju tunlarnir norður um Fjall eru lidnir?
 
Viðmerkingar:

Í nógv ár hevur verið tosað um at gera nýggjar tunlar norður um Fjall.

Enn er onki hent á økinum.

Undanfarna samgonga framskundaði tunlarnar norður um Fjall.

Enn hevur landsstýrismaðurin ikki svarað ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar norður um Fjall; tí hesin fyrispurningur til landsstýrsmannin.
 
Á Løgtingi, 7. november 2019
Beinta Løwe Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo