Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Krutl

Jákup Dahl kemur væl frá uppgávuni sum einasti leikari í Verjurøðu Holubúgvans.

Vælumtókti einmansleikurin “Verjurøða Holubúgvans”, sum leikbólkurin Teatur Grugg sýndi í vár, verður nú tikin uppaftur. Talan verður í fyrsta lagi um tríggjar sýningar í Dansifrøi í Tórshavn: Mikudagin 06. september, fríggjadagin 08. september og sunnudagin 10. september. Allar dagarnar kl. 20.00.

Tað er amerikumaðurin Rob Becker, ið hevur skrivað leikin, sum hevur gingið 20 ár á Broadway, er týddur til 49 ymisk mál og er sýndur í 14 ymiskum londum – Føroyar eru nummar 15!

Og eins og úti í heimi, hava føroysku áskoðararnir tikið væl ímóti hesi skemtiligu, beinraknu, hugvekjandi, rørandi og viðkomandi lýsing av mununum millum menn og kvinnur.

Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at leita heilt aftur til uppruna menniskjans fyri at royna at finna útav og greiða frá hesum fyribrigdi.

Leikbólkurin Grugg hevur fingið fleiri áheitanir frá fólki, ið ikki sóu leikin í vár, um at taka hann uppaftur, og tá møguleiki var at sleppa inn í stásiligu hølini hjá Dansifrøi í Havn, var tað eitt upplagt høvi, at geva føroysku áskoðarunum hetta tilboð.

Leikari: Jákup Dahl
Leikstjóri: Ria Tórgarð
Teknikkur: Árni Baldvinsson
Framleiðslustjóri: Súsanna Tórgarð
Framleiðsla: Teatur Grugg og Teatur Mogul

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo