Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita  stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.

Játtanin í ár er 400 tús. kr.

Verkætlanirnar, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesar:

Tjóðsavnið og Havstovan fáa 300 tús. kr til fuglateljingar í Ramsar-oyggjum o.a.

Fróðskaparsetrið fær 50 tús. kr. til verkætlan um “Tillagingarætlanir til veðurlagsbroytingar”. Endamálið við verkætlanini er er at savna kvalitativt data um hvussu føroyskar kommunur fyrireika seg til veðurlagsbroytingar og, í samstarvi við kommunufyrisitingar, menna tilfar, amboð og førleikar at gera tillagingarætlanir á altjóða støði til føroysk viðurskifti.

Ringrás fær 15 tús. kr. til stuttfilm um strandarudding.

Cowi/Umhvørvisstovan fáa 15 tús. kr. til royndarverkætlan at kortleggja náttúru við dronu.

Fuglafrøðifelagið fær 10 tús. kr. til luttøku á norðurlendskum Birdlife fundi.

FNU fær 10 tús. kr. í stuðli til  umhvørvisverkætlanir og samstørv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo