Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Skandinaviska flogfelagið SAS hevur í dag avlýst 673 fráferðir, tí flogskipararnir í Danmark, Noregi og Svøríki eru í verkfalli. Tað rakar nærum 72.000 ferðafólk sum nú ongan veg sleppa.

Við Jyllandspostin sigur búskaparfrøðingurin Per Hansen frá Nordnet, at verkføll eru serstakliga dýr fyri flogfeløg, tí kundarnir skulu hava endurgjald, onki kemur í kassan og loyaliteturin hjá kundunum fær eitt álvarsligt skot fyri bógvin.

Hann heldur, at um verkfallið ikki er av áðrenn vikuskiftið er liðugt, so hevur tað longu kostað SAS eina trísiffraða milliónaupphædd.

- Tað er ikki óhugsandi, at verkfallið kann kosta millum 75 og 100 milliónir svenskar krónur um dagin um øll flogførini hjá SAS verða standandi.

Ósemjan er um løn, vaktarskipanir og arbeiðstíðir. SAS sigur, at verða krøvini hjá flogskiparunum gingin á møti, so fer tað at kosta nógv meira enn flogfelagið megnar at gjalda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo