Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Fólk hava við undran fylgt við í teimum mongu kommunalu húsætlanunum í Havn. Eitt úrslit av hesum glymurdansi var, at vinnan á Vestarubryggju fekk nokk.

Í grundini vóru tað Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn, sum fingu vinnulívið at reisa seg.

Býráðssamgongan barslaði fyrst við eini ætlan um at flyta alla sína umsiting í ætlaða Sjóvinnuhúsið í gomlu Saltsøluni við býráðssali í sjálvum toppinum á siluni.

Síðani bjóðaði Tórshavnar havn Sjóvinnuhúsið til sølu ella leigu.

Smyril Line bjóðaði seg fram at leiga húsið til hotell. Í samráð við Tórshavnar kommunu varð samstundis løgd fram ein ætlan um fyri kommunalar pengar at gera Bacalao til eitt frítíðarparadís.

Báðar hesar ætlanirnar gingu vinnuni á Vestarubryggju ov nær. Hjá henni ráddi um at gera vart við seg, áðrenn allur bryggjukanturin endaði sum umsiting ella undirhald.

Bryggjukanturin er lívæðrin
Fyritøkurnar á Vestaru bryggju siga seg vilja menna økið. Tær síggja møguleikar bæði í Sjóvinnuhúsinum og gamla Bacalao, og menningin á Vestarubryggju eigur at verða tengd at sjóvinnu og tænastu í hesum sambandi.

Fær vinnan møguleikan at fóta sær, roknar hon við, at hugskot fara at stinga seg upp.

Fyritøkurnar leggja dent á, at bryggjukanturin er teirra lívæðr. Har arbeiða eini 2-300 fólk, og arbeiðsplássini eru økt eini 50 % seinastu fimm árini.

Í 2015 løgdu 444 skip at bryggju har móti 372 í 2013. Umsetningurin er einar 7-800 mió kr, og virksemi er allan sólarringin.

Fyritøkurnar meta tær ymsu ætlanirnar, ið hava verið frammi í seinastuni, sum sína serligu avbjóðing, tí tær sampakka ikki við vinnuna.

Samanumtikið er teirra meting: “Vinnuvirksemi og fyrisiting/undirhald hóska ikki saman, tí virksemið í havnaøkinum er eyðkent av gangi við arbeiði um kvøldið og náttina, órógv av ferðslu og lossing og neyðugum denti á trygd, tí stór amboð verða brúkt”.

Ætlanin við Sjóvinnuhúsinum var upprunaliga at gera tað til ein týðandi tátt í einum tænastudepli til sjóvinnuna í Tórshavnar havn. Skal ikki meir fara fyri bakka, ræður nú um, at eitt virkið vinnulív meðvirkar til at fáa ætlanirnar vestan fyri aftur á beint. 

Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo