Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tiltøk

Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 6. februar. Tað er VisitTórshavn, sum aftur í ár skipar fyri afturvendandi tiltakinum, Vetrarljós.

Leygardagin 6. februar verður tiltakið Vetrarljós 2016. Í stuttum er tað dagurin vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki í handlum, stovnum og við tiltøkum annars. Tónleikur verður í býnum frá kl. 14.30 til kl. 22.00.

Sum nakað nýtt verður eisini sjónleikur, filmsbrot og list annars, sum skal prýða býin hendan dagin.

Skrá
14:30 Greta Soul Made

15:00 Elinborg Nýggjastova

15:45 Sóley & Katrin H.N.Jacobsens Bókahandil

16:30 Punjab Býráðssalurin

17:15 Lena Andersen Havnar kirkja

          Ljósinstallasjón Gongugøtan          

          Lea kampmann framførir kl. 18:00

18:30 Pakkhús Bio Skeiva Pakkhús

19:15 Blue Coat Østrøm

20:00 Jógvan Havnar Bio

21:00 Marius Ziska Svimjihøllin í Gundadali

22:00 Sakaris Kaffihúsið

23:00 Ljós installasjón Sirkus

Umframt hetta eru ljós installasjónir í býnum sum føroysk listafólk skipa fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo