Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Føroyar eru eitt gott land at búgva í, m.a. tí vit gjøgnum tíðirnar hava strembað eftir at betra og menna um møguleikarnar at búgva í hesum landinum, og hava dugað væl at brúka náttúrugivnað tilfeingið til at uppbyggja okkara vælferðarsamfelag.

Vit hava eitt sterkt fólkaræði, við ymiskum politiskum flokkum, við ymiskum stevnuskráum, har flokkarnir hvør sær boðað frá, hvat teir standa fyri.

Allir flokkar vilja Føroyar framá, allir vilja tað besta fyri land og fólk, men ymiskt er, hvussu vit røkka politisku málsetningunum.

Tað er ymiskt, hvussu okkara politisku meiningar sampakka við flokkarnar og teirra stevnuskráir. Eg havi valt sambandsflokkin, sum tann flokk har, míni sjónarmið sampakka best við stevnuskrá Sambandsfloksins.

Um vit koma í landsins leiðslu eftir komandi løgtingsval, fara vit ikki at kasta torvmold í eyguni á fólki og rulla alt aftur, sum sitandi samgonga lovaði at gera, um tey komi til valdið.

Vit fara at seta okkara fingramerki á og gera tillagingar á tær skipanir vit ikki eru nøgd við, og sum vit meta eiga og skulu betrast, til frama fyri land og fólk.

Vit hyggja frameftir í føroyskum politikki og ikki aftureftir, vit taka við har hendan samgongan slepti og føra okkara land fram á leið, men út frá einum øðrum politiskum grundarlagi.

Tað verða altíð nøkur politisk stórmál, sum skulu loysast, tá er neyðugt við breiðum politiskum semjum tvørtur um samgongu og andstøðu, fyri at finna tær bestu og haldgóðu loysnirnar.

Við Sambandsflokkinum inn í framtíðina - tann trygga leiðin fyri land og fólk!

Annfinn Brekkstein
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo