Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Fyrst í mars vitjaði Tilhaldið á Skálafjørðinum, fjørðurin vakri við øllum bygdunum rundanum. Á túrinum varð vitjað fleiri støð ein avbera góðan og vakran vetrardag, sól, stilli og kalt. Nógv fekk ferðaliðið at vita á túrinum. Nógv fólk ganga dagliga í Tilhaldið. Í løtuni verður søkt eftir leiðara til nógv vitjaða staðið, sum skal halda fram við góðu gongdini og somuleiðis menna tilboðið í ókomnum døgum.

Her verður trivið í nakað av tí, ið ferðaliðið upplivdi henda dagin í Runavíkar kommunu.

Fólkatalið í Føroyum trífaldaðist í 19. øld, frá uml. 5.265 fólkum í 1801 til 15.230 í 1901. Nógvar bygdir í Runavíkar kommunu eru niðursetubygdir og lutfalsliga ungar, t.d. Saltangará í 1846, Rituvík í 1873 og Æðuvík í 1897. Tó so eru aldargamlar bygdir eisini sum Funningur, ið verður nevnd lándnámsbygd, staðið har Grímur Kamban sambært Føroyingasøgu nam land, Nes er markatalsbygd frá 1541, tá ið Heini Havreki búsetti seg har. Bygdin hevur verið próstasæti frá gamlari tíð. Toftir er bústaður frá landnámstíð, og Rituvík er niðursetubygd frá Toftum.

Tá ið hesar staðsetingar og árstøl vóru koyrd niður í leyp minnissins og sótu hampiliga føst, tá nærkaðist Kaffistovan Sjócaféin. Har varð borðreitt við góðum døgurða og onkrum omaná.

Meðan kaffi verður drukkið, trínur Jóannes S. Hansen inn í hølið. Hann er - hóast lágur á vøkstri - eitt av hesum menniskjum, sum við síni persónmensku fyllir eitt rúm upp á eina løtu upp á tann góða mátan. Hugfarsligur og skemtiligur, men altíð liggur eitt álvarsligt brá og skyggir í eygunum.

Lívið og uppvøksturin við Toftavatn, sum hann so væl greiðir okkum frá, bar við sær bæði gleim og sorg. Druknaðar spælivinir, ið vóru bornir inn til teirra, húsini úti við Toftavatn, minnið liggur sum eitt sorgblítt viðføri fyri lívið.

Jóannes fer við teimum, ið vilja fara ein túr við Toftavatn, hini fara við frálíka bussinum til Rituvíkar – øll skulu hittast aftur við Skúlan við Løkin. Toftavatn við støddini 0.5 km2 er millum størstu vøtn í Føroyum, størst er Leitisvatn, so Fjallavatn, Sandsvatn og Eiðisvatn og Toftavatn er um somu stødd.

Lyngheiðarnar liggja í skugga og sýnast myrkar. Landslagið minnir um Íslendsku víddirnar. Heiðarnar eru baðaðar í sólarljósi og skyggja í øllum lilla litum, og steinamosin lýsir kiwigrønur. Ein ævintýrheimur verður latin upp, og vit spáka spakuliga saman við dunnunum, og Jóannes sigur frá.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo