Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Filmsbrot

The Faroes Project kalla "dreamwalkers" filmin teir gjørdu her í fjør.

Við í verkætlanini eru fýra niðurlendingar og Chris Eyre-Walker eitur maðurin sum hevur staðið á odda fyri hesi og øðrum líknandi verkætlanum. Menninir gingu á línu ymsastaðni, eitt nú í Gásadali og við Trælanípuna.

Fyrireika teg uppá óvanliga vakrar og hugtakandi myndir.

Filmurin varð lagdur á netið í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo