Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

SEV: Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika, og henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har lyft verður í felag.

Nevndin í SEV valdi við støði í hesum at lata Páls Høll tær 350.000 krónurnar, sum SEV fekk, tá elfelagið vann norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015. SEV læt fólksliga átakinum í Vági stuðulin til eina lyftu til rørslutarnað, so allir borgarar fáa javnbjóðis atgongd til langhylin í Vági.

Innslagið er ein lýsing av Páls Høll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo