Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tiltøk

Nú mikukvøldið 28. oktober kl. 19.30 verður ein áhugaverdur fyrilestur í Hoyvíkar kirkju. Tá fer Bergur Djurhuus Hansen at halda fyrilestur um Kristian Osvald Viderø og ritverk hansara.

K.O. Viderø (1906-1991) var prestur, bíbliutýðari og rithøvundur. Hann ferðaðist ein stóran part av lívinum, og hann skrivaði um sínar ferðir. Fyrilesturin verður um lív og ritverk hansara. Eitt evni í fyrilestrinum verður tvídrátturin millum at vilja hoyra til í Føroyum og kortini ikki støðast í Føroyum.

Í alt eru komnar út 13 bøkur eftir Viderø, 4 ferðafrásagnir, 3 bøkur við yrkingum og hugleiðingum og 7 bøkur við søgum úr føroyskum bygdum.  Harumframt eru einstakar týðingar eftir Viderø komnar út.

Bergur Djurhuus Hansen er ph.d. og adjunktur í bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og hann gav fyrr í ár út bókina “Er heima til?” um ferðafrásagnirnar hjá Viderø.

Aftaná fyrilesturin verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum, og tá hava fólk eisini høvi at seta Bergi spurningar og koma við viðmerkingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo