Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað hevur áður verið frammi, at hann vil blaka hálva millión av muslimum úr Danmark.

Hann brennur koranir alment og hevur elvt til stórar mótmælisgongur, bæði fyri og ímóti, og harvið eisini givið politii og myndugleikum avbjóðingar, tí tey hava skula tryggja hansara rættindi til at skipa fyri sínum tiltøkum.

Í gjár boðaði danska innlendismálaráðið so frá, at Rasmus Paludan og flokkur hansara Stram Kurs nú hava fingið tær neyðugu undirskriftirnar, so tey kunnu stilla upp til fólkatingsvalið sum stundar til.

Rasmus Paludan hevur brúkt hugtakið "virðismett fremmandafólk" um tey fremmandu, sum ikki skulu koyrast úr landinum. Tað eru fólk av fremmandum uppruna, men sum eitt nú tosa danskt og hava donsk virðir frammarliga og annars ikki eru muslimar.

Rasmus Paludan bleiv í oddagreinini í Weekendavísini seinasta fríggjadag kallaður nazistur.

Men tað er hann ikki, sigur hann við Jyllandspostin.

- Nazistarnir drupu nógv fólk. Eg vil bara hava, at teir danir sum verða álopnir av islam og muslimum, sum alla tíðina royna at broyta okkum, sleppa at halda fram at hava sítt egna land, sigur Rasmus Paludan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo