Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Politikkur

Jú, rætt er, at vit fáa býráðsarbeiðið meira ‘undir húðina’, tá vit hava verið í arbeiðinum í eina tíð og meira áhugavert er at vera í leiki, tá ein kennir spælireglurnar.

Tó havi eg alla tíðina verið upptikin av at havt sjóneykuna á skilnaðinum millum politikk og umsiting, ella  millum politikk og praktisk býarviðurskifti.

Tí royndirnar hjá mær hava verið, at politikarar mangan blíva málsviðgerðar, saman við umsitingini, og at tíðin tá ikki strekkir til til yvirornað arbeiði og langtíðarætlanir.

Bæði sum kommunal nýhugsan, býarætlan, hugsjónir innan kjarnuvælferð, um kommunalan býtislykli mótvegis privatum, og øðrum líknandi.

Fyri at koma til greinina.

Bæði tvey, tú nevnir, kemur í mínum hugaheimi, undir umsiting og praktisk viðurskifti.

Sjálvsagt skulu borgarar í Tórshavn kommunu ikki gjalda meira í bátaplássi enn útlendingar, og ta uppgávuna má umsitingin taka á seg – og bera so í bandi, at tá ynski er um, at raksturin fíggjar part av íløguni, so má tað gerast við skili.

Eitt annað er, at politikarar eiga at leggja kostnaðarstøðið fyri bátaeigarar..

--

Viðvíkjandi orkuloysnum er tað eisini politikkur at melda út, at allar verkætlanir fylgja tí grønu leiðini.

Hetta eru øki, ið flyta seg og mennast alla tíðina og verði eg sum politikari ikki fakfólk á økinum.

Her mugu vit líta á embætisverkið og tey, sum taka sær av verkætlanunum, at tryggja okkum ta tilgongdina.

Og um verkætlanir fíggjarliga megnar ta einu ella hina orkuloysnina.

Heildarmyndin, tørvurin á íløguni, fíggjarstøða og raðfestingar/vekting av, hvussu hetta byggiliga og orkuliga verður gjørt – er samspælið millum politikkara og umsiting.

So mín boðskapur er, at politikarar leggja linjurnar og arbeiða á yvirornaðum støði og at embætiskverkið fremur loysnirnar.

Hetta krevur politikarar við hugsjónarligum hegni við atliti til býarskipan.

Hetta krevur politikarar við fyrisitingarligum hegni, við atliti til embætisverk og rakstur.

Við vón um framgongd.

Bergun Kass
Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo