Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Í sendingini “Demokratiska undirskotið” førdi borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, fram, at ávísar fíggjarligar avbjóðingar eru í Heimatænastuni í VEKS-samstarvinum, og so er.

Eldraøkið er lagt út til  kommunurnar við lóg saman við kravinum um, at tær skulu skipa seg í kommunal samstarvsøkir.

Heimatænastan í VEKS verður rikin fyrimyndarliga, og hava okkara eldru og sjúku í VEKS-økinum ein góðan tænastuveitara. Soleiðis kemur tað eisini at verða framyvir.

Saman við útleggingini av eldraøkinum kom rokningin fyri raksturin og fíggingarleisturin út til okkum kommunur. Táverandi næstformaðurin í Kommufelagnum, Pauli T. Petersen, var millum heitastu fortalararnar fyri, at fíggingin skuldi út til einstøku kommunurnar og ikki út í samstarvsøkini sum ein blokkur.

Hvussu rindast skal inn í Heimatænastuna í VEKS, er ásett við lóg. Í dag fylgja nærum allar kommunur í Føroyum lógini um heimatænastu og eldrarøkt. Tær taka fulla ábyrgd av eldraøkinum - tó ikki Vestmanna kommuna.

Við borgarstjóranum og løgtingsliminum Paula T. Petersen á odda, noktar Vestmanna kommuna at gjalda sín part av rakstrinum av eldraøkinum, og soleiðis niðurraðfestir Vestmanna kommuna eldraøkið VEKS.

Raksturin í Heimatænastuni í VEKS er eitt beinleiðis framhald av tí, sum  VEKS-samstarvið yvirtók frá landinum í 2015, og verður økið rikið fult og heilt sambært galdandi lóg fyri økið.

Hóast Vestmanna kommuna noktar at taka ábyrgd og gjalda sín frammanundan kenda part av rakstrinum í Heimatænastuni í VEKS, hevur Vestmanna kommuna einki skrivligt broytingaruppskot gjørt til eina tillaging av rakstrinum í VEKS.

Jú, einans eitt munnligt uppskot frá Paula T. Petersen sjálvum um at niðurleggja 20 búpláss í samstarvsøkinum uttan at greina avleiðingarnar av, hvussu eitt tílíkt uppskot kemur at ávirka alt VEKS-økið. Hetta mettu umboðini hjá Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu at vera púra ábyrdarleyst fyri okkara brúkarar í økinum.

Áheitan er send til Heilsu- og innlendismálaráðið og til Fíggjalarmálaráðið, sum eru avvarðandi myndugleikar, um at fáa Vestmanna kommunu at taka ábyrgd og rinda sín lógarbundna part til eldraøkið eins og allar aðrar kommunur í landinum, heldur enn at renna undan ábyrgd og sleppa uppgávuni til onnur at reka og at rinda teirra vegna. 

Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommuna koma undir ongum umstøðum at gjalda partin, sum Vestmanna kommuna eigur at gjalda sambært løgtingslóg um eldraøki.

Vegna Kvívíkar, Eiðis og Sunda kommunu
Dánjal Petur Mϋller, Jógvan í Skorini og Heðin Zachariasen borgarstjórar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo