Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Nakað eftir mítt seinasta lesarabræv var Petur Steingrím, fiskifrøðingur, í sendingini Nón hjá KVF.

Eg helt eina løtu, at innslagið var ætlað sum svar uppá mítt lesarabræv, tí fleiri av teimum spurningunum, eg hevði í lesarabrævinum, vórðu í høvuðsheitinum viðgjørdir har.

Innslagið var tó, sum tað plagar at vera, tá onkur frá Havstovuni sleppur fram at mikrofonini hjá KVF. Tey kundu tað sama bara sett eina mikrofon upp, tí tá er tað altíð ein einvegis dialogur uttan nakran kritiskan spurning.

Tað lesarabrævið, eg vísi til her, hevði sum sagt nakrar spurningar til Havstovuna, men eg fekk einki svar og vil tí royna aftur.

Eg haldi, at Havstovan átti, ella skyldar Føroya fólki, at gera eina roynd at svara hesum spurningunum, tí tað eru fleiri við mær, sum halda, at tað eru nøkur fyribrigdi í søguni, sum passa illa inn í tann teoretiska veruleika, sum fleiri á Havstovuni koma við.

Hví er tað? - Við tí vón, at eg fái eitt alment svar frá Havstovuni hesaferð.

Eisini vil eg gera nakrar viðmerkingar til nakað av tí, sum kom fram í sendingini Nón.

Eg gangi út frá at fólk fingu ta fatan av tí, sum kom fram í sendingini, at allastaðni, har sum kvotur eru, var støðugur fiskiskapur. Tað var bert við Føroyar, har vit hava havt fiskidagar, at vit nú í eitt 10 ára skeið ongan fisk hava havt, men tað er als ikki, so sum tað bleiv ført fram.

Tað hevur verið sera lítið av toski og hýsu allastaðni rundan um okkum seinast árini. Tá hugsi eg fyrst og fremst um við Hetland, Skotland, Eystur Íslandi og Eysturi á landgrunninum frá Bergen og suðureftir.  Tað hevur verið nógvur toskur í Barentshavinum og á Vesturleiðunum við Ísland. Samlaða veiðan av t.d. toski við Ísland hevur tó í nógv ár bert verið ein triðingur av tí, teir veiddu í meðal, áðrenn teir fingu kvotur.

Petur Steingrím vildi vera við, at samlaða veiðutrýsti einki er minkað við Føroyar, og hettar skilji eg als ikki. Dagatalið er nú bert ein góðan triðing av tí, tað var, tá dagaskipanin kom, og umframt tað er uml. 60% av bestu toska- og hýsuleiðunum stongdar.

Eisini fekk mann ta fatan av tí, sum kom fram í sendingini, at tað vóru kvoturnar, sum vóru í hálvt annað ár við Føroyar, sum bjargaðu toska og hýsustovnunum í 90’inum. Hettar er heldur ikki rætt. Teir stóru árgangirnir, sum komu inn í fiskiskapin miðskeiðis í 90’inum, vóru gýttur í 1991-92, meira enn tvey ár áðrenn kvoturnar komu.

Áðrenn fiskidagaskipanin kom í gildi, varð útroknað, hvussu nógv veiðitrýst hevði verið frá 1984 til 1994.

Síðan vórðu dagarnir reguleraðar niðureftir, eftir hvat mann metti stovnarnir/ landgrunnurin toldi.

Síðan varð ein sikkurheits-faktorur uppá 20% drigin frá. Fyrsta árið, dagaskipanin var, bleiv til eitt 15 mánaðir tíðarskeið og byrjaði 01-06-1996, tí løgtingið var nýtt; at stoppa kvotaskipanini mitt í árinum, tí skipini fingu ikki fiskað við kvotum, tí so nógvur toskur var komin inn á grunnarnar.

Tá fiskaríið knappliga tók seg upp aftur í 1994, kom tað líka óvæntað á fiskifrøðingarnar, sum tað sær út til at vera komið hesaferð.

Fyrsta heila árið byrjaði 01- 09-1997 til 31-08-1998. Tá var dagatalið 43.085. Havstovan hevur verið ímóti fiskidagaskipanini frá fyrsta degi, og síðan tá hava teir roynt alt fyri at fáa fiskidagaskipanina burtur við villleiðandi upplýsingum.

Seinasta heila fiskidagaárið 2016 - 2017 vóru bert 18.654 dagar, og sum sagt er 60% av okkara bestu toskaleiðum stongdar alt ella ein part av árinum fyri næstan allan fiskireiðskap.

Spurningarnir, sum eg fari at royna at seta einaferð enn

Støðan í dag

Seinasta fiskamerking, sum skrásetur dýpi og ferðing hjá td. toski, er ikki gjørd síðan 2004, hjá  Havstovuni.

80% av toskinum, sum er fiskaður, er eldri enn 4 ár og er gýttur áðrenn 2013. Um fiskifrøðingarnir høvdu rætt, skuldi mest verið av 1 – 4 ára gomlum fiski nú.

Trupulleikin er, at frøðingar vita ikki, hvar toskurin er komin frá, so stovnsmetingar eru allar skeivar.

-    Hví hava hvørki Havstovan, fiskimenn, landarar, eftirlitsfólk ella flakavirki sæð nakað til toskin inni á landgrunninum árini frammanundan, tá Havstovan sigur, at toskurin er støðufastur á grunninum ?

-    Í Vinnublaðnum stendur, at Slætnatindur hevur gjørt royndir við línu á bankanum í mai, juni, august og í september 2018 sum eru av ringir mánaðir til línu fiskarí ?

-        Hví steðgaði Slætnatindur við royndarveiðuni á Føroya banka, áðrenn fiskurin byrjaði, at taka línu?

-    Er tað ikki tí, at fiskidagarnir eru minkaðir úr 43.085 niður í 18.654, og so nógv er stongt, at fiskaríið er minkað 70 %?

-    Hví nevna tit so sjáldan um, hvussu nógvar av bestu fiskileiðunum eru stongdar, og hvussu nógv veiðitrýsti er minkað?

-    Tað var sera nógvur smáfiskur runt um allar oyggjarnar í 2010 og 11. Tað vóru serliga tveir árgangir. Tað viðførdi, at stórt øki av innaru leiðini bleiv stongt, men tann fiskurin hvarv eftir eitt langtliggjandi illveður seint í 2011 - Hvar fóru hesir árgangirnir av smáum toski?

-    Eftir aldrinum á toskinum, sum kom inn at gýta í vár, passar aldurin væl við tann fiskin, sum hvarv tá

–  Kann tað hugsast, at tað eru teir árgangirnir, sum eru komnir aftur nú?

-    Út frá kanningunum hjá Havstovuni vísa, so er einki, sum bendir á, at tit vistu um toskin og hýsuna, sum nú er at fáa á landgrunninum, fyrr enn hann bleiv landaður  - hví ?

Tað, sum søgan hevur sagt okkum
-    Hví minkaði toska fiskaríið ikki fyrr enn í 1988, tá millum 25.000 og 40.000 tons av toski blivu fiskaði úr stovninum, árini frá 1950 til 1989?

-    Eru nakrar royndir gjørdar á bankanum við línu, eftir at toskurin byrjaði, at taka línuna í heyst ?

-    Hví kann man lesa um hungursneyð og fiskaloysi fleiri 100 ár aftur í tíðina ?

-    Passar Føroya søga ikki?

-    Kann Havstovan nevna nøkur dømi um, at tit hyggja eftir natúruumstøðunum í stovnsmetingunum?

-    Hví var fiskaloysi so ofta í 17. 18. 19'indi øld?

-    Hví er so nógv minni av fiski á Føroya Banka nú?

-    Hví minkar sjófuglurin altíð, tá ið fiskaríið minkar?

-    Hvat grundgeving hevur Havstovan at nokta fyri, at onnur skip kunnu fáa loyvi til nakrar yvirlitstrolingar?

-    Hvussu ætla tit at gera fyri at fáa meira fisk við kvotum?

-    Hvussu nógv rokna fiskifrøðingar við, verður etið burtur úr toskastovninum, tá ið lítið av føði er?

-    Vita tit á Havstovuni, hvar tann 6-10 ári gamli toskurin, og 4- 8 ára gamla hýsan, sum er komin inn á Føroyagrunnin, er komin frá?

-    Kunnu fiskifrøðingar gera eina rætta stovnsmeting, tá tit ikki vita, hvar toskurin og hýsan koma frá?

-    Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningar,  hvar tann stóri toskurin fer?

-    Hvussu ber tað til, at mest av toski er komið undan, tá fiskifrøðingar hava sagt, at gýtingarstovnurin av toski er so lítil,  at tað er eitt spursmál um, stovnurin yvirhøvur klárar at endurnýggja seg ?

-    Eru nakrar kanningar gjørdar, um Føroyskur toskur, er í dýpinum frá Føroyum og Norð um Svalbard ?  
-    Er møguligt at seta rætt TAC ella kvotu á, tá toskastovnurin nú er minst 10 ferðir størri, enn hvat tit søgdu fyri 2 árum síðani ?

-    Hví kemur toskurin ikki inn á Føroyagrunnin at gýta hvørt ár ?

-    Kann Havstovan ella ICES vísa á nøkur onnur øki enn Barentshavið, har tað er meira toskur fiskaður, eftir at kvotur komu á?

-    Hví hava tit ikki spurt fiskimenn, um toskur er uppi í sjónum?

-    Hví hava tit ikki biðið fiskimenn um at siga tykkum frá, tá teir hava fingið tosk, við steinum í maganum?

Tað einasta, Havstovan sigur er, at vit hava gjørt nakrar merkingar av toski, sum vísa, at okkara toskur, sum einasti livandi skapningur, ikki fer út av sínum øki at leita eftir føði, sjálvt um tað eru sera nógvar ábendingar, sum vísa tað mótsatta.

Uppskotið, sum Havstovan kom við nú um at stongja øki og taka allar óbrúktar og 1/3 av teimum brúktu úr skipanini, hevur onki við veruleikan at gera, og eisini førir tað við sær,  at man kann ikki annað enn  standa spyrjandi – er hettar eitt átak, bert við tí eina endamálinum - at oyðileggja fiskidagaskipanina?.

Toskastovnurin er so stórur nú, so um ov lítið blívur fiskað úr stovninum, minkar føðin skjótt og kannibalisma blívur. Tá minkar toskastovnurin skjótt.

Eyðun Hansen
Vestmanna 12 des. 2018

Smái toskurin, sum bleiv vekk.
logir.fo/Kunngerd/94-fra-04-07-2011-fra-tidaravmarkadar-fridingar-av-avisum-smafiskaleidum-vm-sum-seinast-broytt-vid

www.kystmagasinet.no/nyheter/fant-torsk-der-havet-er-flere-tusen-meter-djupt/

kvf.fo/netvarp/uv/2018/04/05/samdir-um-hvussu-ngv-er-til-av-toski

ICES talvur toskafiskarí fyrr og nú

www.facebook.com/photo.php

Síðu 22 stendur, hvussu leingi fiskifrøðingar rokna við, tað tekur at uppbyggja fiskastovnar

www.facebook.com/download/324948501659153/1993.07%20Fr%C3%A1grei%C3%B0ing%20fr%C3%A1%20bygna%C3%B0arnevndini.pdf

youtu.be/v-nBpIyjidc

www.facebook.com/photo.php

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo