Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Serbiski málmaðurin hjá VÍF, Mladen Mjerimacka, skal binda frið í minst 6 vikur, eftir at hann seinasta sunnudag breyt eitt bein í fótinum. Tað hendi í dystinum ímóti H71, men hóast hann visti, at alt var ikki rætt, so spældi hann víðari í 40 minuttir.

Næstu dystirnar verða tað tí Dia Lava og helst eisini Eli Múller sum fara at standa í málinum hjá besta mansliðnum hjá VÍF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo