Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Ein dystur varð leiktur í Betri Deildini hjá monnum í dag.

Talan var um dystin í Sarpugerði í Norðragøtu ímillum Víking og TB.

Víkingur vann dystin 3-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum, og hevur hetta úrslitið við sær, at teir ljósabláu fara í summarferiu sum oddalið.

Adeshina Lawal (35), Dion Splidt (50) og Gunnar Vatnhamar (75) skutu málini hjá felagsliðnum, meðan Ivan Ivanovic (71) skjeyt einsamalla málið hjá tvøramonnum.

Víkingur hevur nú 35 stig á fyrsta plássinum, meðan NSÍ og KÍ hava bæði 32 stig á ávíkavist 2. og 3. plássinum í deildini.

NSÍ og KÍ hava tó leikt ein dyst færri enn Víkingur.

NSÍ og KÍ leiktu í Europa League hóskvøldið og skulu tí ikki í eldin hetta vikuskiftið. Útsetti dysturin hjá KÍ ímóti B36 í Klaksvík stendur til at verða leiktur tann 21. juli, meðan útsetti dysturin hjá NSÍ ímóti ÍF í Fuglafirði stendur til at verða á skránni tann 14. august.

Næsta fulla umfar í Betri Deildini verður leikt í døgunum 27-29. juli.

Úrslitini hetta vikuskiftið:
HB-AB 5-0
EB/Streymur-Skála 0-1
Víkingur-TB 3-1

1. Víkingur 35 stig (15 dystir)
2. NSÍ 32 stig (14 dystir)
3. KÍ 32 stig (14 dystir)
4. B36 31 stig (14 dystir)
5. HB 30 stig (15 dystir)
6. Skála 18 stig (15 dystir)
7. TB 15 stig (15 dystir)
8. EB/Streymur 8 stig (15 dystir)
9. ÍF 5 stig (14 dystir)
10. AB 4 stig (15 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo