Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð vilja hava málið viðvíkjandi Sjóvinnuhúsinum fyri á fyrstkomandi almenna býráðsfundi.

Vilja hava, at málið fær eina almenna viðgerð á opnum býráðsfundi, har býráðslimir fáa møguleika at siga sína hugsan til almenningin í hesum máli.

Er ætlanin at leiga/selja Sjóvinnuhúsið og til hvønn?

Er ætlanin, at Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið?

Hevur Mentamálaráðið givið tilsøgn um leigu ella keyp av hesum bygningi?

Er hetta ætlanin hjá núverandi meiriluta í býráðnum? Sum annars hevði eina sera greiða meining áðrenn valið um Sjóvinnuhúsið, vestara bryggjukant og sjóvinnu, og at Sjóvinnuhúsið skuldi brúkast til vinnulig endamál burturav. Eingin sum fylgdi við í býráðsvalinum kann vera í  iva um, at størsti samgonguflokkur í býráðnum, Tjóðveldisflokkurin, tók avgjørda frástøðu frá at Sjóvinnuhúsið skuldi hýsa hægri lestri.

Undan býráðsvalinum boðaði Tórshavnar Kommuna Mentamálaráðnum frá, at kommunan ikki er sinnað at fíggja umbygging av Sjóvinnuhúsinum.

Formaðurin í vinnunevndini Bogi Andreasen, sigur, at nú hevur húsið, sum ikki er liðugt enn, staðið ivaleysa tómt nóg leingi ? Kann formaðurin í Vinnunevndini greiða borgarum í Tórshavnar kommunu frá, hvat hann meinar við, og hvat hann ætlar við Sjóvinnuhúsinum? Hetta hava allar borgarar krav uppá at fáa at vita.

Býráðslimirnir:
Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Annfinn Brekkstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo