Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Við Fólkaflokkinum á odda varð eldraøkið flutt frá landinum út til kommunurnar at umsita – ein røtt avgerð, tí tey eldru verða avbera væl røkt av kommunalu eldrasamstørvunum – men hetta hevði aldri hent undir sitandi samgongu, sum ístaðin talar fyri, at landið yvirtekur fleiri málsøki frá kommununum, og sum arbeiðir fyri sterkum, sentralum, almennum kontroll og stýring í Føroyum.

Vit byrja at síggja avleiðingarnar av, at teoretisk excel-ørk eru brúkt til at fremja eina fiskivinnunýskipan, sum á fleiri økjum ger størri skaða enn gagn, tí tað er nú einaferð so, at eitt sentralt skrivstovuveldi ofta liggur langt frá tí dagliga veruleika, sum fólk í veruliga lívinum virka í.

Merkiligt nokk hava allir tríggir samgonguflokkarnir víst í verki, at teir arbeiða fyri sterkum, sentralum, almennum kontroll og stýring í Føroyum.

Tað liggur í náttúruni hjá vinstrasinnaðum flokkum at vilja sentralstýra mest møguliga – bæði borgarum, vinnu og kommunum – og vit síggja eisini, at hesir flokkar halda pengarnar liggja munandi betur í landskassanum enn í lummanum hjá borgaranum.

Framsókn tykist trívast væl við vinstrapolitikk

Hesir tríggir samgonguflokkar taka nú árliga 300 mió. kr. frá fiskivinnuni, sum við teirra skipan skal stýrast og skerjast alt meir við almennum reglum, loyvisnevndum, umsóknum og bíðitíð.

Tíverri hava vit ikki orsøk til at vænta annað enn meir  av tí sama í mun til alivinnuna, tí hesir flokkar vísa í verki, at teir ikki halda, at vinnan skal vera fræls og dynamisk, nei, hon skal stýrast í smálutum, sentralt av landinum.

Soleiðis eru vinstrasinnaðir flokkar. Soleiðis er teirra DNA, og vit hava sæð greitt hetta valskeiðið, at Framsókn trívist ómetaliga væl í teirra selskapi – krage søger mage. Framsókn kann royna at avvísa hetta við at siga og skriva nakað annað, men verkini hetta valskeiðið tala harðari enn orð og vallyfti.

Vilja enntá hava eldraøkið aftur undir landið

Røddir í hesi samgonguni hava enntá verið frammi í hesum valskeiðnum og argumenterað fyri, at eldraøkið skal lóggevast innaftur undir landið, so vit fáa eina sentraliseraða stýring av øllum eldraøkinum aftur.

Fáa hesi makt, sum tey hava agt, so verður tað undir ongum umstøðum betri fyri tey eldru, tí royndirnar vísa, at generelt er støðið á eldraøkinum hækkað og bøtt, síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið, tí kommunurnar eru nú einaferð tær bestu til at taka sær av sínum borgarum, og tær hava eisini ein størri vilja til at veita tænastur og hava eisini borgaran nærri at sær, enn landið hevur.

Men fyri teir vinstrasinnaðu flokkarnar hevur tað størri týdning, at landsins umsiting og stýring verður styrkt, tí við tí trúgva tey, at alt verður meira “javnt” og “rættvíst”. Hugburðurin tykist vera, at tey vilja heldur eina javnt vánaliga borgaratænastu frá landinum, sum riggar á excel-arkinum, enn eina meira dynamiska og borgaratillagaða frá nøkrum kommunusamstørvum kring landið.

Fólkaflokkurin stendur fyri veruligum frælsi

Verkini hetta valskeiðið hava greitt víst, at Javnaður, Tjóðveldi og Framsókn generelt meta, at landið skal sentralstýra samfelagnum mest møguliga, og júst hetta er ein av stóru mununum á teimum og Fólkaflokkinum.

Sum veruliga borgarligur og frælslyntur flokkur vil Fólkaflokkurin heldur arbeiða fyri at menna alt land okkara, bæði sentralt og desentralt, við at leggja tær borgaravendu tænasturnar, sum verða betur umsitnar lokalt, út til kommunurnar at røkja, meðan landið hevur lóggávueftirlitið.

Hetta hevur eisini víst seg at vera skipanin, sum gevur bestu borgaratænastu, tí kommunurnar hava eina serliga styrki, tá tað kemur til at veita tænastu til egnar borgarar í nærumhvørvinum.

Royndirnar vísa, at tær borgaratænastur, kommunurnar hava yvirtikið – t.d. barnaansing, barnavernd og nú eldraøkið – eru bøttar og mentar munandi eftir kommunalu yvirtøkuna.

Hesum hevur Fólkaflokkurin verið sterkasti garantur fyri, tí fyri okkum snýr tað seg ikki so nógv um at proklamera frælsi, men um veruligt og ítøkiligt frælsi:

*Virkisfrælsi og fíggjarligt sjálvbjargni til borgaran
*Frælsar og tryggar langtíðarkarmar til vinnuna
*Sjálvræði og nærdemokrati til kommunurnar
*Sjálvbjargni og tjóðarfrælsi til land okkara

So vil tú hava enn meir sentralisering og niðurbinding av økjunum kring landið við sterkari sentralari stýring og kontroll á øllum økjum – bæði almennum, kommunalum, vinnuligum og persónligum – so skalt tú velja sitandi samgonguflokkar, men ynskir tú at menna alt land okkara, bæði sentralt og kring landið – við víðum frælsi og sjálvbjargni til kommunur, vinnu og okkum borgarar – so skalt tú velja Fólkaflokkin, sum er tann veruliga borgarligi og frælslynti flokkurin.

Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo