Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tiltøk

Hvít brýtur Norröna seg fram gjøgnum sjógvin í Norðuratlantshavi. Og skjótt fer flaggskipið í føroyska flotanum eisini at stevna inn á Havnina við einum hepnum útiseta ella einari familju, sum flytur úr Danmark og heim.

Tórshavnar kommuna skipar fyri Tórskvøldi fyri útisetum á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið 23. mars, og tá lutar kommunan út ein samlaðan flytipakka við bingju og ferðum heim við Norrönu. Øll, sum leggja leiðina fram við Norðuratlantsbryggjuni hetta kvøldið, eru við í lutakastinum um flytipakkan frá Smyril Line, virði 20.000 krónur.

Á Norðuratlantsbryggjuni fara Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Setrið at veita viðkomandi kunning til útisetar, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur. Á skránni eru framløgur um at flyta heim, at gera lesturin lidnan í Føroyum, at skapa egið starv og onnur góð ráð. Kunnað verður eisini um bústaðir í miðstaðarøkinum. Aftrat hesum verður høvi at netverka og tosa við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.

Umframt framløgur verður borðreitt við føroyskum viðskera og føroyskum øli.

Tórskvøld í Keypmannahavn verður á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91 í Keypmannahavn, 23. mars frá kl. 19-22.

Frætt meira um tiltakið á Facebook HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo